Gist&Vist sekt fyri at bróta matvørulógina

Gist&Vist sekt fyri at bróta matvørulógina
Sektin bleiv 15.000 kr., hóast kravið var millum 40.000 og 55.000 kr.
Gist&Vist er eisini dømt fyri at brúka laks, sum ikki var royktur á løggildan hátt. (Savnsmynd)
 
24.11.2025 - 11:37

Av tí at málið er so gamalt, tað er frá 2022, fekk Gist&Vist minni sekt, enn ákæruvaldið kravdi.

Sektin bleiv 15.000 kr. Kravið var millum 40.000 og 55.000 kr.

Gist&&Vst er dømt fyri at bróta matvørulógina.

 

Frídømt í sushi-máli

Eitt felag hjá samtakinum, HF Catering, gjørdi sushi, hóast felagið hevði fingið forboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at gera sushi.

Ákæra var eisini um, at Gist&Vist ikki kallaði á rættan hátt aftur tað sushi, sum var sent handlum og teimum, sum gera matpakkar, hóast Heilsufrøðliga starvsstovan kravdi tað. 

Men her frídømdi Føroya rættur samtakið.

 

Laksur

Gist&Vist er eisini dømt fyri at brúka laks, sum ikki var royktur á løggildan hátt.

Ákæran var um upplýsingarskyldu um upprunan hjá vøru.

Gist og Vist játtaði at hava selt sushi.

Men noktaði at kennast við hinar ákærurnar.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791