Skulu gagnnýta starvsfólkafeingið betur

Skulu gagnnýta starvsfólkafeingið betur
Løgmaður hevur svarað Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um endamálið at fækka aðalráðini í landsstýrinum
1. desember vera trý færri aðalráð í landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2025 - 07:52

Endamálið við at gera stjórnarráðini færri, er fyrst og fremst at gagnnýta starvsfólkafeingið betur og fáa størri og fakligari sterkari eindir í miðfyrisitingini.

Og í løtuni verður greinað, hvussu stórar sparingar kunnu gerast næstu árini.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.

Hann sigur, at nýskipanarnevndin hevur nevnt eitt krónutal, sum kann sparast, eftir at tillagingar eru gjørdar í miðfyrisitingini.

Men nevndin hevur í tilmæli sínum ikki útgreinað ítøkiliga, hvussu nógv kann sparast hvar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at løgmaður hevur hildið fast um, at tað ikki fór at hava nýggjar útreiðslur við sær at hava níggju aðalráð.

Løgmaður og samgongan hildu eisini fast um, at tað var neyðugt at hava fleiri aðalráð fyri at fremja tey politiskt raðfestu økini.

Les svarið frá løgmanni her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386