Nelson Mandela deyður

Nelson Mandela deyður
Maðurin, ið leiddi Suðurafrika til uppgerð móti apartheid, er deyður. Nelson Mandela gjørdist 95 ára gamal
Fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, er deyður, 95 ára gamal
Mynd: AP

05.12.2013 - 21:53

Fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, andaðist í kvøld, 95 ára gamal, eftir drúgva sjúkralegu, í heimi sínum í Johannesburg.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2013/12/05/heimurin-minnist-mandela-sameindi-heimi... sameindi heimin

Nelson Mandela gjørdist heimskendur fyri stríð sítt móti rasistiska apartheidstýrinum, ið setti dám á Suðurafrika fram til 1994, tá Mandela sjálvur gjørdist forseti í landinum.

Fongslaður í 27 ár

Tað var ikki uttan kostnað, at Nelson Mandela stríddist móti apartheidstýrinum í Suðurafrika, tí hann sat fongslaður ein stóran part av lívi sínum.

Í 1990 hevði Nelson Mandela sitið fongslaður á Robben Island í 27 ár fyri uppresistrarsinni sítt mótvegis apartheidstýrinum í landinum.

Í summar gjørdist Nelson Mandela álvarsliga lungnasjúkur. Útlendskir miðlar skrivaðu í summar, at tað gekk fram á við heilsuni, men Mandela kom ikki fyri seg aftur.

SÍ EISINI Amnesty takkar Mandela

Seinast, Nelson Mandela steig fram alment, var til HM-kappingina í fótbólti, ið varð hildin í Suðurafrika í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510