Ágangandi fiskasjúka er í øllum aliringum á Lambavík

Ágangandi fiskasjúka er í øllum aliringum á Lambavík
Okkurt bendir á, at sjúkan trívist ikki so væl, tá sjógvurin kølnar, og tað kann bøta um støðuna, sigur leiðandi djóralæknin hjá Bakkafrosti
Sjúkan er staðfest í øllum aliringunum hjá Bakkafrosti á Lambavík.
 
25.11.2025 - 11:19

Ein ágangandi og í Føroyum ókendur variantur av fiskasjúkuni pasteurella er farin í allar aliringarnar hjá Bakkafrosti á Lambavík.

- Vit vita ikki, hvaðani sjúkan er komin. Men ábendingar eru um, at sjúkan ikki trívist so væl, tá sjógvurin kølnar. Og tað kann bøta um støðuna, sigur Marner Nolsøe, leiðandi djóralækni hjá Bakkafrosti.

 

Marner Nolsøe.

 

1,6 milliónir laksar sivmja í aliringunum hjá Bakkafrost á Lambavík. Sjúka er staðfest í øllum ringum, og einir 400-500 laksar doyggja hvønn dag.

Sambært Bakkafrosti er sjúkan ikki staðfest í øðrum aliøkjum hjá fyritøkuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112025_Bakkafrost_og_Lambavik

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373