Føroyar - Montenegro: Skulu steðga trimum spælarum

bannari
Føroyar - Montenegro: Skulu steðga trimum spælarum
Strikan Tatjana Brnovic, spælskiparin Matea Pletikosic og vinstri bakkurin Durdina Jaukovic skulu tálmast, um Føroyar skulu hava gott úrslit ímóti Montenegro í kvøld
 
26.11.2025 - 16:05

Montenegro hevur tríggjar lyklaspælarar, sum skulu steðgast, um Føroyar skulu hava gott úrslit í fyrsta HM-dystinum í kvøld.

Sterki strikuspælarin Tatjana Brnovic, spælskiparin Matea Pletikosic og vinstri bakkurin Durdina Jaukovic eru sterkastu vápnini hjá Montenegro, sum hevur talst millum 10 tey bestu hondbóltslandsliðini við kvinnum síðstu nógvu árini. Balkan-tjóðin er enda millum tey bestu átta í seinastu fýra endaspølunum og í seks av teimum seinastu sjey.

 - Seinast vit spældu - tað var uttan Brynju Høj, skuldu vit finna útav, hvussu samspælið millum Pernille Brandenborg og onkra aðra riggaði, og tað riggaði væl. Samspælið millum Pernille og Lív B. Zachariasen verður ein lykil, tí Montenegro hevur ein strikuspælara, ein spælskipara og ein vinstra bakk, sum eru óalmindiliga góðar, umframt aðrar, sum spæla á einum eitt lítið sindur lægri stigi, sigur Ingi Olsen, sum verður viðmerkjari hjá Kringvarpinum til allar HM-dystirnar.

 

251126_INGI_NET

 

Skjótar føtur ímóti tungari verju

Í hinum endanum er støðan, sum hon so ofta er, tá føroysk landslið spæla. Føroyingarnir dúva upp á skjótt gjøgnumbrotsspæl, har Jana Mittún verður í miðdeplinum. Bakspælarin hevur tikið seg nógv fram í Viborg HK síðstu árini, har hon fyri kortum longdi sáttmálan til 2028.

Afturat henni skulu Maria Pálsdóttir Nólsoy og Súna Krossteig Hansen taka stóra ábyrgd. Tær eru gjøgnumbrotssterkar og hava gott eyga fyri spælinum.  

Lagt er upp til at toga verjuna hjá Montenegro sundur, so tær ikki sleppa at standa tætt saman og spæla upp á kroppsligu styrkina. 

 - Tær eru sterkari enn vit, tær eru eisini størri enn vit, men tær eru ikki skjótari enn vit. Tí ræður tað um, at breiða okkara spæl so langt sum gjørligt, so tær ikki standa tætt saman, har vit leypa á, sigur Ingi Olsen.

 



HOYR EISINI: HM-trok #1: Pernille klár at berjast við Brnovic

 

Mugu fáa bóltin í málið

Tað átti kanska ikki at verið neyðugt at sagt, men skalt tú vinna, mást tú eisini skora. Tað hevur ikki altíð verið eins lætt hjá føroysku kvinnunum, og í upphitingardystinum ímóti Íslandi seinasta leygardag misnýttu tær eisini alt ov nógvar kjansir.

Eisini er alneyðugt at spælararnir hugsavna seg um sjálvan dystin, og ikki lata seg órógva av, at hetta er fyrsta HM-endaspælið, heldur Ingi Olsen.

 - Tú fært hvønn einstakan spælara at hyggja at sjálvari uppgávuni, sum hon hevur, og so má alt hitt - allir áskoðararnir, at tað er fyrsta HM og tað slíkt, fáast burtur út høvdinum. Tað kunnu vit sum fjepparar halda verða stuttligt, men hjá einum venjara ræður tað um at fáa fokus á uppgávuna hjá tí einkulta spælaranum, sigur Ingi Olsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797