Annika: Fantastiskt at gera mítt

Annika: Fantastiskt at gera mítt
Annika Fríðheim Petersen kom inn tíðliga og stóð væl í føroyska málinum. Tað var fantastiskt at hjálpa til, segði málverjin, sum hóast tapið var errin av føroyska liðnum
26.11.2025 - 21:53

Føroyar taptu 32-27 fyri Montenegro í fyrsta HM-dystinum, men fyri Anniku Fríðheim Petersen var innsatsurin meir enn góðkendur.

Málverjin, sum átti barn so seint sum í september, byrjaði uttanfyri, men kom inn lutfalsliga tíðliga og helt Føroyum inni í dystinum við nógvum góðum bjargingum.

 - Tað er heilt fantastiskt. Tað er tað, tú arbeiðir fram ímóti, og so skjótt tú hevur eina bjarging, so følir mann, at mann er inni í dystinum. At kunna hjálpa til er fantastiskt, segði Annika Fríðheim Petersen.

Málverjin iðraði seg sjálvandi um tapið - søgan við mongum misnýttum kjansum endurtók seg tíverri í Trier, men hon var kortini errin av liðnum.

 - Tað er ongantíð stuttligt at tapa, men samstundis eri eg errin av liðnum. Eg haldi, at vit standa saman allar, og sjálvt tá tað gongur illa, sær mann samanhaldið, segði Annika Fríðheim Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472