Eingin tikin fyri at flúgva við dronu yvir fronskum herskipi

Eingin tikin fyri at flúgva við dronu yvir fronskum herskipi
Tað eydnaðist ikki politinum at eyðmerkja nakran, og málið er endað
Franska herskipið, sum á Havnini, boðaði frá dronuflúgvingini, men eingin er tikin, og málið er endað, sigur politiið.
 
27.11.2025 - 11:13

Eingin er tikin fyri at flúgva við dronu við franskt herskip, sum lá í Havn.

Politiið kannaði málið, men tað eydnaðist ikki at eyðmerkja nakran.

Málið er endað, sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari.   

Mánakvøldið 22. septenber fekk politiið fráboðan frá herskipinum um eina dronu. Skipið lá í Havn.

Dronan fleyg yvir skipinum og uttan um tað í 20 minuttir.

 

Sóu dronuførara við Landssjúkrahúsið

Talan var um lítla dronu.

Umborð hildu tey seg síggja tann, sum var dronuførari, við Landssjúkrahúsið. 

Har stóð eitt fólk í svørtum klæðum.

Ikki er loyvt at brúka dronur við hernaðarútgerð ella herstøð.

Eitt herskip er at meta sum hernaðarútgerð, segði politiið tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985