Gongur striltið at semjast um fíggjarlóg í Noregi

Gongur striltið at semjast um fíggjarlóg í Noregi
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, vísir aftur, at talan er um stjórnarkreppu. Hann væntar at semjast fæst um fíggjarlógaruppskotið, áðrenn atkvøtt verður fríggjadagin
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevur ikki meiriluta fyri fíggjarlógini, men hann væntar at røkka málinum, áðrenn stórtingið atkvøður um fíggjarlógina.
Mynd: NRK  
 
01.12.2025 - 14:22

Tað gongur striltið hjá norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, at fáa politisku flokkarnar at semjast um fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tað skrivar norska kringvarpið.

Seinastu vikurnar hava Javnaðarflokkurin, Senterflokkurin, Tey reyðu og Tey grønu samráðst um fíggarlógina.

Sum er, eru Javnaðarflokkurin, Senterflokkurin og Tey reyðu samd um fíggjarlógina, meðan tey grønu hava tikið seg úr samráðingunum. Tey grønu hava kravt, at størri dentur verður lagdur á umhvørvispolikk.

Sosialistiski Vinstriflokkurin, SV,  er heldur ikki við í semjuni, men flokkurin hevur ikki tikið seg úr samráðingunum.

 

Ikki meiriluti

Í løtuni er ikki meiriluti fyri uppskotinum um fíggjarlóg.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vísir aftur, at talan er um eina stjórnarkreppu. Hann væntar, at ein semja fæst. 

- Nógv gott er í uppskotinum, men tað krevur nakað arbeiði aftrat.  Eg havi álit á, at vit fara røkka málinum, sigur Jonas Gahr Støre við norska kringvarpið.

Fríggjadagin fer stórtingið atkvøða um fíggjarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025