Kanna eldsbruna í háhúsum í Hongkong

Kanna eldsbruna í háhúsum í Hongkong
Eldurin kravdi 151 mannalív, fleiri tíggjutals fólk fingu skaða, og fleiri túsund eru vorðin heimleys
Eldurin í háhúsunum í Hongkong breiddi seg skjótt.
Mynd: Tyrone Siu/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.12.2025 - 08:16

 Myndugleikarnir í Hongkong fara at seta í verk óhefta kanning av stóreldinum, sum kravdi í minsta lagi 151 mannalív, sigur leiðarin í Hongkong, John Lee. 

Hann segði í gjár, at álvarsligir trupulleikar eru við bygging og eftirliti í býnum, og at stjórnin í Hongkong fer at seta í verk óhefta kanning av eldsbrunanum.

Eldurin kyknaði mikudagin 26. november. Ikki fyrr enn fríggjamorgunin var hann sløktur. 

Umframt tey 151, sum doyðu, fingu fleiri tíggjutals fólk skaða, og fleiri túsund gjørdust heimleys.

 

(Mynd: Tyrone Siu/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

13 fólk handtikin

Mánadagin boðaðu myndugleikarnir í Hongkong frá, at 13 fólk vóru handtikin og skuldsett fyri ósketni og dráp í sambandi við eldsbrunan.

Tey eru undir illgruna fyri at hava blandað saman eldfast og eldfimt tilfar. Tey handtiknu eru 12 menn og ein kvinna, í aldrinum 40 og 77 ár.

Eftir eldsbrunan vóru sýni tikin av verndarnetinum í íbúðarbygninginum, har eldurin kyknaði, og sjey av sýnunum luku ikki ásetingarnar um brunatrygd, stendur í fráboðanini mánadagin.

Verjunetið var fest á byggipallar kring teir sjey bygningarnar, sum brunnu.

 

Kyknaði í verndarneti

Fyribils ástøði hjá løgregluni er, at eldurin kyknaði í einum verndarneti niðast í einum blokki, har umvælingarbeiði var, og at hann síðani breiddi seg skjótt umvegis isopor-plátur og byggipallarnar, sum vóru gjørdir úr bambus.

Sambært sløkkiliðsstjóranum í Hongkong, Andy Yeung, vóru eisini trupulleikar við brunaávararum í øllum háhúsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040