Kanna nýskapan í føroyskum fyritøkum

Kanna nýskapan í føroyskum fyritøkum
Líknandi kanning í 2022 vísti, at føroyskar fyritøkur eru ovarlaga á listanum yvir, hvussu nógv verður nýskapað, og hetta árið brúktu tær meira enn hálva milliard til nýskapan
Byggivinnan brúkti góðar 13 milliónir til nýskapan í 2022, tá seinasta kanningin var gjørd.
Mynd: Hagstovan  
 
11.12.2025 - 09:40

Nú fara Hagstovan og Granskingarráðið aftur at kanna, hvussu nýskapandi føroyskar fyritøkur eru. 

Allar fyritøkur við 10 ella fleiri løntakarum í øllum vinnugreinum eru við í kanningini. 

Slík kanning var fyrstu ferð gjørd í Føroyum í 2022.

Tá vóru 58 prosent av fyritøkunum nýskapandi. 

Ein samanbering av hagtølum fyri 2022 við onnur lond vísir, at føroyskar fyritøkur eru ovarlaga í listanum yvir, hvussu nógv verður nýskapað. 

Í Finnlandi nýskaptu 62 prosent, í Noregi 64 prosent, í Føroyum og Svøríki 58 prosent, í Danmark 57 prosent, og 48 prosent av fyritøkum í Íslandi vóru nýskapandi.

 

 

Umfatandi hugtak

Hugtakið nýskapan er umfatandi. Fyritøkur kunnu bjóða nýggja vøru ella tænastu, ella menna tær. 

Gransking og menning, sum eru gjørdar ella keyptar, vera eisini mettar sum nýskapan. 

Kannaðar verða tilgongdir, útreiðslur, fígging, samstarv og arbeiðsgongdir í sambandi við nýskapan.

Føroyskar fyritøkur brúktu 546 milliónir krónur til nýskapan í 2022.

Tað eru serliga tvær vinnugreinar, sum gjørdu stórar íløgur, og áttu 80 prosent av útreiðslunum í 2022. 

Tær vinnugreinarnar eru landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, og kunning og samskifti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634