- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun og teir við undirlutan í málríkum toppdysti

Hákun West av Teigum skeyt átta mál upp á níggju royndir í málríka toppdystinum millum Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt, men tað rakk ikki til stig hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum tapti 40-39.
Tað gekk javnt á til miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tá Flensburg brádliga vann 7-1 upp á átta minuttir, og legði seg framum við fimm, var ov langt upp á javnt hjá meistarunum, sum nú liggja á 5. plássi sjey stig aftanfyri oddaliðið Magdeburg.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur í miðdeplinum hjá Kiel, sum á heimavølli vann 33-32 á Stuttgart. Føroyingurin skeyt seks mál og legði upp til fýra í sera javna dystinum, sum ikki var avgjørdur fyrrenn í síðsta minuttinum.
Í samandráttinum av dystinum millum Kiel og Stuttgart eru bæði mál og upplegg hjá Eliasi E. á Skipagøtu. So hepnir eru føroyskir hyggjarar ikki við Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen hesa ferð.
Norðurtýska stórliðið er nú nummar fýra og kann koma upp á sama stigatal sum Flensburg og Lemgo, um tað eydnast føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum at vinna dystin, sum teir hava til góðar.
Eitt sindur longur niðri á stigatalvuni vann Hannover-Burgdorf stórsigur á Wetzlar á útivølli. Vilhelm Poulsen skeyt trý mál í 35-25 sigrinum, og eftir eina harða byrjan upp á kappingarárið hevur Hannover nú lyft seg upp á 11. plássið.


























