Embætismaður: Flestu trupulleikarnir eru loystir

Embætismaður: Flestu trupulleikarnir eru loystir
Evropeisk lond eru samd um, at ein fleirtjóða deild skal endurreisa verjuna og tryggja loftrúmið í Ukraina
Umboð fyri fleiri evropisk lond eru í Berlin og samráðast um eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
Mynd: Lisi Niesner/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.12.2025 - 11:10

90 prosent av trupulleikunum millum Russland og Ukraina eru loystir, sigur ein amerikanskur embætismaður, sambært tíðindastovuni Reuters.

Umboð úr USA, Ukraina og Evropa eru enn í Berlin at umrøða eina friðarætlan millum Ukraina og Russland.

Í gjár vóru øki og vissa um trygd fyri Ukraina millum evnini, sum vórðu umrødd, sigur embætismaðurin.

Ukrainski samráðingarleiðarin og amerikanski sendimaðurin greiddu frá gongdini í samráðingunum seinnapartin í gjár.

 

Fleirtjóða herdeild

Noreg og fleiri onnur evropisk lond eru samd um fleiri punkt í eini ætlan um at enda kríggið í Ukraina.

Millum annað eru tey samd um eina fleirtjóða herdeild undir evropiskari leiðslu - stuðlað av USA - sum skal hjálpa til at endurreisa ukrainsku verjuna, tryggja ukrainska loftrúmið og skipa trygdina fram við strondini.

Fleirtjóða herdeildin verður eisini til staðar inni í Ukraina, stendur í felagsyvirlýsingini frá einum arbeiðsfundi í Berlin í gjárkvøldið.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at samrøðurnar í gjár ikki hava verið lættar, men gevandi, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040