Politiið í Reykjavík kannar stórt rúsevnismál

Politiið í Reykjavík kannar stórt rúsevnismál
53 kilo av hassji og níggju litrar av kokainløgi vóru í tveimum bilum, sum komu til Íslands við Norrønu
Rúsevnismálið, sum politiið í Reykjavík kannar, byrjaði í november.
 
16.12.2025 - 11:12

Politiið í Reykjavík kannar í løtuni eitt stórt rúsevnismál, sum byrjaði í november.

53 kilo av hassji og níggju litrar av kokainløgi vóru í tveimum bilum, sum komu til Íslands við Norrønu.

Politiið elti bilarnar og tók fýra menn, bilførarnar og tveir menn, sum tóku í móti rúsevnunum. 

Málini hava ikki samband hvørt við annað.

 

Fýra menn tiknir

Tríggir menn eru tiknir í øðrum málinum og ein í hinum.

Teir eru allir útlendingar og tykjast ikki at hava nakað samband við Ísland, skrivar Austurfrétt.

Trý onnur rúsevnismál eru í Íslandi í løtuni.

10 kilo av hassji, 15 kilo av ketamini og fimm kilo av MDMA, sum komu til Íslands við Norrønu, eru tikin í teimum málunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375