Ruben Amorim uppsagdur sum venjari í Manchester United

Ruben Amorim uppsagdur sum venjari í Manchester United
Fyrrverandi United-leikarin Darren Fletcher er settur sum fyribilsvenjarin í Manchester United, nú felagið hevur sagt portugisan Ruben Amorim úr starvi
Javnleikurin móti Leeds á útivølli um vikuskiftið bleiv síðsti dysturin, ið 40 ára gamli Ruben Amorim stóð á odda fyri Manchester United
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.01.2026 - 10:33

"Ruben Amorim er farin úr sínum leikluti sum høvuðsvenjarin í Manchester United."

So stutt og greitt stendur tað í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá enska stórfelagnum Manchester United, ið hevur uppsagt venjaran. 

Vónirnar vóru annars góðar til 40 ára gamla Ruben Amorim, tá hann tók við sum høvuðsvenjari í 2024, men tað hevur ikki gingið eftir vild. 

Amorim hevur staðið á odda fyri United, sum í løtuni liggur á sætta plássi í bestu ensku deildini, í 63 dystum. Einans 24 av teimum hevur hann vunnið, meðan 21 eru taptir og 18 eru endaðir javnir, hesar 14 mánaðirnar, ið hann hevur staðið á odda fyri stórfelagnum. 

 

Einans vunnið 38 prosent av dystunum

Tað merkir, at Ruben Amorim einans hevur vunnið 38.10 prosent av dystunum, og tað er eftir øllum at døma ikki nøktandi fyri leiðsluna í Manchester United, hóast tað hevur gingið færgari hetta kappingarárið enn undanfarna. 

Eftir javnleikin móti Leeds um vikuskiftið tóktist greitt, at okkurt ikki ruggaði rætt handan leiktjøldini í United, tí Ruben Amorim var sera bersøgin um sín leiklut í felagnum eftir dystin. 

"Eg eri ikki komin til Untied at vera høvuðsvenjari, men at vera felagsstjóri (manageri), og tað ætli eg mær at vera, inntil leiðslan heldur nakað annað ella sáttmálin hjá mær gongur út um 18 mánaðir."

Samstarvið endaði so í dag.  

 

Darren Fletcher fyribilsvenjari

Inntil ein nýggjur venjari er funnin, fer fyrrverandi Manchester United-leikari Darren Fletcher, ið sjálvur eigur tvíburðasynir, sum eru partur av United-hópin, at standa á odda fyri liðnum. 

Ruben Amorim megnaði at leiða United til finaluna í Europa League-kappingini í Bilbao í fjør, men tapti dystin móti Tottenham. 

"Felagið takkar Ruben fyri sítt ískoyti til felagið og ynskir honum alt tað besta í framtíðini," stendur at enda í tíðindaskrivinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632