Tað var ein skelkur, tá pápin varð raktur av sjúkuni ALS og doyði í 2020

Tað var ein skelkur, tá pápin varð raktur av sjúkuni ALS og doyði í 2020
Tað sigur sangarinnan, guitaristurin, sangskrivarin og høvundurin Lone Wernblad, sum hevur skrivað eina plátu og eina bók um sorgina, ið hon fór ígjøgnum
Bergur Fonsdal Johannesen og Lone Wernblad
 
08.01.2026 - 11:26

Tvey stakløg eru komin út higartil - Hjælpeløs sårbarhed, ið kom út seinasta heyst, og Bliv lidt endnu, sum kom út farna fríggjadag.

Sangirnir eru skrivaðir í Føroyum, eins og heildarútgávan, Mig uden dig, ið kemur út 21. januar, eisini er upptikin her, og tað er við føroyskum tónleikarum.

Teir føroysku tónleikararnir á útgávuni eru Bergur Fonsdal Johannesen, ið er framleiðari, spælur guitar og bass og syngur kór; Harald Fonsdal Johannesen, trummur, piano, tøkningur og framleiðari; Borgfríð Fonsdal Johannesen og Katrina Olsen syngja kór; Vinjar Egilsnes Petersen, er á tangentum; Benjamin Djurhuus, bass; Ari Johannesen, guitar; og Hans Poulsen, ið hevur mastrað.

Harumframt letur Lone Wernblad eisiní úr hondum bókina Tabu brud - luk sorgen ud.

Í samrøðuni, sum kann hoyrast her, sigur Lone Wernblad okkum um sorgina, sangirnar, plátuna og bókina, eins og hon eisini nemur við føroysku sambondini.
 

1786552

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672