Føroyar uttan Elias ímóti Italia

Føroyar uttan Elias ímóti Italia
Í morgin spælir manslandsliðið í hondbólti fyrra EM-upphitingardystin ímóti Italia. Tað verður uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum framvegis er uttanfyri við skaddari øksl
08.01.2026 - 17:45

Føroyski álopsarkitekturin Elias Ellefsen á Skipagøtu ger alt, hann kann, fyri at gerast klárur til EM-endaspælið.

Hann royndi seg við bólti til seinnapartsvenjingina við Tjarnir hósdagin, men situr undir øllum umstøðum uttanfyri í fyrra venjingardystinum ímóti Italia í annaðkvøld.

 - Vit missa sjálvandi kvalitet, tá Elias ikki spælir, men fleiri aðrir kunnu greiða uppgávurnar. Tað verður eitt fet fram fyri aðrar, sum fáa kjansin at vísa seg fram, segði venjarin Peter Bredsdorff-Larsen.

Venjarin nevndi millum annað avrikini hjá Paula Mittún og Róa Ellefsen á Skipagøtu ímóti Norra í Golden League, og hóast Tróndur Mikkelsen eisini ásannaði, at Kiel-spælskiparin sjálvsagt fyllir nógv á liðnum, eru hinir klárir at traðka til. 

 - Hetta er tað, vit gera, og tað er ikki nakað nýtt, um mann kemur á vøllin og skal kasta ein bólt, segði bakkurin, sum gleðir seg at spæla verjuspæl ímóti italiumonnum, sum millum annað hava roynt seg uttan strikuspælara og við fýra í bakketuni í staðin.

Venjingardysturin millum Føroyar og Italia byrjar í annaðkvøld klokkan 19.00 og kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542