Søguligi fundurin í Washington skuggaði fyri ríkisfundinum

Søguligi fundurin í Washington skuggaði fyri ríkisfundinum
Løgmaður sigur, at hóast spentu støðuna verður arbeitt við víðari tjóðarsemjuni. Formaðurin í Sambandsflokkinum ávarar ímóti at fara úr ríkisfelagsskapinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, var á ríkisfundi í Keypmannahavn mikudagin.
 
16.01.2026 - 11:00

Hóast øll eygu vóru vend móti søguliga fundinum millum Danmark, Grønland og USA í Washington mikudagin, var eisini ríkisfundur í Keypmannahavn sama dag, og har var spenta støðan millum USA og Grønland á breddanum. 

Vanligt er, at tíðindafundur er aftan á ríkisfundin, men so var ikki hesa ferð.

Í staðin hildu Mette Frederiksen, forsætisráðhari, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, felags tíðindafund longu týsdagin, har landsstýrisformaðurin gjørdi greitt, at skal Grønland velja millum Danmark og USA nú, velur Grønland Danmark.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at bæði Grønland og danska stjórnin eru undir stórum trýsti frá USA í løtuni. Men í Føroyum verður framvegis arbeitt við tjóðarsemjuni, sum fýra flokkar taka undir við, og sum skal endurnýggja viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ávarar ímóti, at Føroyar taka seg úr ríkisfelagsskapinum.

Sí samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Aksel V. Johannesen og Bárð á Steig Nielsen í Degi og viku í gjárkvøldið:

 

RIKISFUNDUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334