Fekk gásarhold longu áðrenn dystin

Fekk gásarhold longu áðrenn dystin
Rói Ellefsen á Skipagøtu fekk sínar fyrstu EM-minuttir, og tað verður ein løta, hann neyvan fer at gloyma í bræði. - Eg fekk gásarhold longu áðrenn dystin, segði bakspælarin
16.01.2026 - 22:07

Hetta var ein dagur og ein dystur, sum Rói E. á Skipagøtu neyvan gloymir í bræði.

Í einum hádramatiskum dysti, sum hevði alt, ein góður dystur skal hava, fekk bakspælarin sínar fyrstu minuttir í einum EM-endaspæli.

 - Fantastiskt, staðfesti hann eftir dystin.

 - Longu áðrenn dystin fekk man gásarhold av at hoyra, hvussu nógv tað larmaði í høllini. At man so kundi koma inn á vøllin at gera mun var so gott, sum tað kundi blíva.

Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var ivasamur við akslaskaða, byrjaði inni fyri Føroyar, men hann fekk hjálp frá millum annað beiggjanum, sum avlastaði onkra løtu, meðan Pauli Mittún tók onkra aðra løtu.

Tað gekk yvirhøvur væl, og Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri við tveimum.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, struku Føroyar undan, og eitt skifti vóru seks mál á muni. Sveis kom kortini sterkt aftur, meðan føroyingarnir vórðu ørkymlaðir - ikki minst inn á turkiska dómaraparið, sum tók nakrar ivasamar avgerðir.

Men tá tað sá út til at Sveis skuldi fara avstað við øllum, bjargaði Pauli Jacobsen, áðrenn Vilhelm Poulsen kundi javna. Sveis kastaði bóltin í tóma málið, men tíðin var farin, og so endaði javnt.

 - Vit vóru sjálvandi sjúkliga glaðir eftir dystin, tí vit høvdu fingið eitt stig, tá tað sá út til, at vit fóru at tapa. Men nú, nakrar fáar minuttir aftaná hugsar man: "Shit, hetta kundi faktiskt havt verið eitt sindur betri, um man kundi havt vunnið, segði Rói E. á Skipagøtu, sum eisini skeyt sítt fyrsta EM-mál eftir flotta piruettu.

Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Montenegro, sum tapti tepurt fyri Slovenia í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299