Meiningakanningar: Amerikanarar eru ímóti at taka Grønland

Meiningakanningar: Amerikanarar eru ímóti at taka Grønland
Kanningin, sum spurdi, um Grønland skal takast við hervaldi, vísti, at 73 prosent eru ímóti og átta prosent fyri
Donald Trump, forseti, vil hava Grønland, men tríggjar meiningakanningar vísa, at stórur meiriluti av teimum spurdu eru ímóti.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.01.2026 - 08:20

Tríggjar nýggjar meiningakanningar geva innlit í, hvat fólkið í USA heldur um ætlaninar hjá amerikanska forsetanum um Grønland.

Tað skrivar BBC. 

Ein CNN-kannig, har 1.200 vaksnir amerikanarar eru spurdir, vísti, at 25 prosent taka undir við amerikonsku royndini at taka Grønland, 75 prosent eru í móti. 

Sama kanning vísti eisini, at spurningurin kloyvir flokkin hjá forsetanum sjálvum, har helmingurin av teimum spurdu, sum eru republikanarar, taka undir við ætlanini hjá Trump, og helvtin er ímóti.

Ein onnur Isos/Reuters-kanning, har 1.217 amerikanarar eru spurdir, og sum var gjørd 12. og 13. januar, vísti, at bara 17 prosent stuðla amerikonsku royndini at taka Grønland.

Ein YouGov-meiningakanning, har 2.223 vaksnir amerikanarar eru spurdir - kanningin varð gjørd 7. januar - vísir, at 28 prosent taka undir við, at USA keypir Grønland, 45 prosent eru ímóti.

Spurd, um Grønland skal takast við hervaldi, svara 73 prosent, at tey eru ímóti, og átta prosent eru fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751