Trump um Grønland: Siga tit nei, fara vit at minnast tað

Trump um Grønland: Siga tit nei, fara vit at minnast tað
Amerikanski forsetin sigur, at USA læt Danmark Grønland aftur eftir seinna heimsbardaga, men nú er Danmark ótakksamt
Donald Trump á røðarapallinum í Davos í Sveis seinnapartin.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2026 - 14:59

- Tit kunnu siga ja, so eru vit takksom. Tit kunnu siga nei, so fara vit at minnast tað.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, nýtti ein stóran part av røðu síni á búskaparliga toppfundinum í Davos í Sveis til at viðgera amerikanska kravið um Grønland.

- Alt, eg biði um, er eitt ísstykki. Tað er kalt og fjarskotið, men tað kann spæla ein týdningarmiklan leiklut fyri heimsfriðin og at verja heimin, segði Trump.

- Vit biðja ongantíð um nakað, og vit fáa heldur ongantíð nakað, uttan so at vit brúka vald, men tað fari eg ikki at gera, segði amerikanski forsetin.

Hann segði eisini, at USA tímir ikki at verja landaøki, sum tað ikki sjálvt eigur. Trump segði, at Grønland skal brúkast til ein verjuskjøldur undir navninum "Golden Dome."

 

Danir ótakksamir

Amerikanski forsetin segði, at Trump læt Danmark Grønland aftur eftir seinna heimsbardaga:

- Hvussu býtt var at gera tað? Og nú er Danmark ótakksamt, segði Trump, sum tók uppaftur, at USA hevur brúk fyri Grønlandi, av trygdarávum.

Hann fanst eisini at Danmark fyri ikki at verja Grønland:

- Í 2022 søgdu danir, at teir fóru at brúka 200 milliónir dollarar at styrkja verjuna í Grønlandi. Men sum tit vita, brúktu teir minni enn eitt prosent av hesi upphædd.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044