Metmaðurin heldur fram í Íslandi

Metmaðurin heldur fram í Íslandi
Jóan Símun Edmundsson er á gáttini at røkka hundrað landsdystum. Hann hevur verið settur í samband við HB, men í dag er greitt, at hann ikki kemur til Føroya at spæla
Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Gibraltar á Tórsvølli
 
23.01.2026 - 16:25

Jóan Símun Edmundsson spælir eitt ár afturat við KA Akureyri. 34 ára gamli toftamaðurin spælir á øðrum sinni í KA Akureyri. Hann kom aftur til felagið í fjør og heldur fram komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í dag.

Landsliðsáleyparin við 99 landsdystum hevur í fleiri førum verið settur í samband við eitt skifti til føroyskan fótbólt. Hann spældi í 2014 við AB og HB, men hevur annars spælt uttanlands síðani hann bleiv seldur frá B68 til Newcastle sum 16 ára gamal.

Í vetur hevur ljóðað, at HB hevur víst honum stóran áhuga. Tað vátta fólk í felagnum eisini. HB leitar í løtuni eftir áleyparum, nú tað er greitt, at Emil Grønn Pedersen skiftir til Vendsyssel í Danmark. Norski áleyparin skoraði heili 20 landskappingarmál í fjør.

Tað eydnaðist heldur ikki HB at fáa fatur á Dávidi Reynheim. 17 ára gamli áleyparin, sum er uppvaksin í HB, hevur skift til KÍ frá Torino. Í løtuni hevur HB bara Jákup L. Thomsen og Bartal Páll Klein til álopsplássini.

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 99 manslandsdystir og tað er met.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763