Eldsálin 2025: Anna er allastaðni

Eldsálin 2025: Anna er allastaðni
Anna Dam hevur staðið á odda fyri stóru menningini í hondbóltsfelagnum H71 sum bæði nevndarlimur og forkvinna í tvey áratíggju. Nú er hon í uppskoti til ítróttaeldsálina 2025
27.01.2026 - 10:12

 - Anna Dam burdi verið stoypt í gulli,

Tað sigur Høgni Hoydal um forkvinnuna í H71, sum hevur verið lokomotivið í drúgva hondbóltstokinum hjá hoyvíkingum í nógv ár.

Hon hevur verið nevndarlimur og síðan forkvinna, og tekur sær av tí mesta í felagnum. Nú er hon í uppskoti til heiðurin sum ítróttaeldsálin 2025 hjá ÍSF, sum verður latin á ítróttafagnaðinum í Varpinum í Klaksvík 7. februar.

 - Saman við manninum Gunnari Djurhuus og fyrrverandi forkvinnuni Sunnevu Jakobsen hevur hon verið miðleingjan í at skapa tað H71, sum nú er á evropa- og heimskortinum, sigur Høgni Hoydal.

Vinkonan Mari Ann B. Mouritsen, sum situr í H71-nevndini saman við Annu Dam, fortelur, at Anna Dam gongur aftur í øllum táttum felgasins, hvørt tað er sáttmálar til spælarar á bestu liðunum ella køkutombola til frama fyri tey yngstu.

 - Hon hevur bein í nøsini og veit, hvar skápið skal standa, men hon er ótrúliga vinarlig og fitt, og tú kanst altíð ringja til hennara, sigur Mari Ann B. Mouritsen.

Afturat arbeiðnum í adopteraða hjartafelagnum hjá Annu Dam, sum upprunaliga var neistafólk, løgdu hon og maðurin - saman við øðrum góðum kreftum - av nýggjum lunnar undir landsliðsarbeiðið, sum í stóran mun var dottið niðurfyri.

Skipað var til dømis fyri úrvalsvenjingum fyri U14 og U15-aldursbólkarnar, og nakrir, sum vandu við tá, eru framvegis partur av A-landsliðnum, sum júst hevur verið til EM-endaspælið.

 - Uttan Annu Dam og Gunnar Djurhuus var tað, sum vit hava upplivað í hondbólti síðstu árini bæði í H71 og á landsliðnum, als ikki komið. Tey eru nøkur av teimum, sum hava gingið undan í tí, sigur Høgni Hoydal.

Sí hvat millum onnur Høgni Hoydal, Mari Ann B. Mouritsen og Peter Krogh siga um Annu Dam í innslagnum omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858