Jens-Frederik og Mette á veg til Týsklands og Fraklands

Jens-Frederik og Mette á veg til Týsklands og Fraklands
Grønlendski landsstýrisformaðurin og danska forsætisráðfrúan fara at viðgera geopolitisk viðurskifti við týsku stjórnina og franska forsetan, Emmanuel Macron.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, vitjaði Jens-Frederik Nielsen, formann í grønlendska landsstýrinum, fyri nøkrum døgum síðani. Nú eru tey bæði á veg til Týsklands og Fraklands.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2026 - 11:16

Formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, er á veg til Berlin saman við donsku forsætisráðfrúuni, Mette Frederiksen.

Tað er politiska støðan í heiminum og tørvurin á einum styrktum Evropa, sum eru á dagsskránni, stendur í tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum. 

Jens Frederik-Nielsen, landsstýrisformaður, fer saman við Mette Frederiksen á toppfund í Týsklandi, har týska stjórnin og týskt vinnulív viðgera geopolitisk og búskaparlig evni. 

Eftir hendan fundin og tiltøk, ið hoyra til, fara tey bæði víðari til París, har tey skulu hitta franska forsetan, Emmanuel Macron. Eisini har er trygdarstøðan hjá Evropa á dagsskránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097