Trump vil hava kjarnorkuavtalu við Iran

Trump vil hava kjarnorkuavtalu við Iran
Amerikanski forsetin hóttir við, at næsta álopið á Iran verður nógv verri enn tað, sum var framt á kjarnorkuverkini í juni í fjør
Donald Trump, forseti, hevur hótt Iran við fleiri álopum, um Iran ikki ger kjarnorkuavtalu við USA.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2026 - 14:53

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at leypa á Iran, vil Iran ikki gera avtalu við USA um kjarnorkuvápn.

Tað skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

- Vónandi vil Iran skjótt koma til samráðingarborðið at samráðast um eina rættvísa og rímiliga avtalu - EINGI KJARNORKUVÁPN - eina avtalu, sum er góð fyri allar partar. Tíðin gongur undan, tað hevur avgerandi týdning, skrivar Trump, forseti, í fráboðanini á Truth Social.

Vísandi til amerikanska álopið á trý iransk kjarnorkuverk í juni í fjør, skrivar Trump í fráboðanini, at:

- Næsta álopið verður nógv verri! Lat ikki tað henda aftur!

 

Fleiri herskip á veg

Í einari røðu í nátt segði Trump, forseti, eisini, at fleiri krígsskip hava sett kós ímóti Iran, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araqchi, sigur seg ikki hava verið í sambandi við serliga sendimannin hjá USA, Steve Witkoff, seinastu dagarnar og hevur ikki biðið um samráðingar, skrivar tíðindastovan Reuters.

Trump hevur fyrr hótt við hernaðarligum álopum, eftir at iranskir myndugleikar seinastu vikurnar hava bart niður mótmælisfólk, sum byrjaðu at mótmæla iranska stýrinum 28. desember.

Mett verður, at túsundtals iransk mótmælisfólk eru dripin.

Sambært mannarættindafelagsskapinum, Human Rights Activists News Agency (HRANA), sum heldur til í USA, eru í minsta lagi 6.126 fólk dripin í Iran, og talið kann vera nógv størri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233