Ungfólk í Danmark skulu læra meira um Føroyar og Grønland

Ungfólk í Danmark skulu læra meira um Føroyar og Grønland
Býráðið í Keypmannahavn hevur samtykt at kanna, hvussu kommunan kann menna vitan hjá skúlanæmingum og fólki yvirhøvur um ríkisfelagsskapin
25 miðnámsskúlanæmingar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi sleppa í summarskúla í Grønlandi í juni og juli.
 
29.01.2026 - 11:42

Danskir myndugleikar leggja stóran dent á, at tey ungu í Danmark fáa meira at vita um Føroyar og Grønland.

Býráðið í Keypmannahavn samtykti til dømis í gjár at biðja barna- og ungdómsnevndina hjá kommununi kanna, hvussu kommunan kann menna vitanina hjá skúlanæmingum og fólki í Keypmannahavn yvirhøvur um ríkisfelagsskapin.

Hetta skal gerast í samstarvi við Grønlendska húsið og Føroyahúsið í Keypmannahavn.

Millum annað er uppskot um at menna vitanina við gestalærarum.

Nuuk og Keypmannahavn blivu vinarbýir í 2024. Tórshavnar kommuna er hvørki vinarbýur við Nuuk ella Keypmannahavn, men kommunan samstarvar tó við báðar høvuðsstaðirnar á fleiri økjum.

 

Summarskúli

25 miðnámsskúlanæmingar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi sleppa í summarskúla í Grønlandi í juni og juli.

Skúlin verður frá 29. juni til 10. juli.

Hann verður í Qeqertarsuaq í Diskovíkini. 

Endamálið er at geva næmingum íblástur til at arbeiða við náttúruvísindum og skilja náttúruna í arktiska økinum.

Summarskúlin sameinir kanningararbeiði á staðnum við verkætlanararbeiði og mentanarsamskifti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715