Mælir til at taka námsvinnu á Svalbard uppaftur

Mælir til at taka námsvinnu á Svalbard uppaftur
Hetta skal tryggja norsk arbeiðspláss og norska hjáveru á Svalbard, sigur forkvinnan í norska Framburðsflokkinum
Sylvi Listhaug er forkvinna í norska Framsburðsflokkinum.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
04.02.2026 - 10:50

Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Sylvi Listhaug, mælir til aftur at fara undir námsvinnu á Svalbard. 

Tað skal gerast fyri at tryggja norsk arbeiðspláss og norska hjáveru á Svalbard, skrivar vg.fo.

- Vit eiga at gera íløgur í námvinnu. Kolanám geva norsk arbeiðspláss og tryggja eina vøru, sum okkum tørvar í heiminum, m.a. til evropeiska ídnaðin, sigur Listhaug við VG.

Námsfelagið 'Store norske' hevur rikið 15 kolanám a Svalbard síðani 1916. Seinasta námið, nám nr. 7, varð stongt í fjør summar.

Listhaug sigur seg vera sinnaða at stuðla kolanámum við almennum peningi, um raksturin ikki skuldi borið seg.

- Vit fara at brúka risaupphæddir uppá norsku verjuna til at dagføra tilbúgvingina. Samanborið við tað, verður talan um smápening til at tryggja norska hjáveru á  Svalbard, sigur Listhaug.

- Hetta snýr seg um trygdarpolitikk, sigur hon við vg.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176