Frídømt í gerðarrætti

Frídømt í gerðarrætti
Fíggjarmálaráðið er frídømt í einum máli, sum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fór í Fasta gerðarrættin við 
Fasti gerðarrættur hevur sagt fyrsta úrskurðin í ár.
 
08.02.2026 - 11:58


Fíggjarmálaráðið er frídømt í einum máli, sum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fór í Fasta gerðarrættin við. 

Felagið vildi hava Fasta gerðarrættin at áleggja Fíggjarmálaráðnum at viðurkenna, at depilsleiðari á Landssjúkrahúsinum skal lønast eftir sáttmálanum millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Men tað vildi Fasti gerðarrættur ikki.

Sambært sáttmálanum millum sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið skulu depilsleiðarar lønast eftir tí sáttmálanum, sigur Fasta gerðarrættur.

Ikki krav

Hann sigur eisini, at masterútbúgving var ikki førleikakrav, tá søkt var eftir depilsleiðaranum.  

Gerðarrætturin heldur ikki, at Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur prógvað, at tann, sum fekk starvið, fekk tað, tí hon hevur eina masterútbúgving.

Málið er ikki nýtt. 

Tað byrjaði í Fasta gerðarrætti 27. september 2024.

Úrskurðarfundur var 12. januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532