Epstein-málið: Norsk sendikvinna leggur frá sær

Epstein-málið: Norsk sendikvinna leggur frá sær
Hetta er ein røtt og neyðug avgerð, sigur norski uttanríkisráðharrin
Sambandið við Jeffry Epstein kostaði Monu Juul starvið sum norsk sendikvinna í Jordan.
Mynd: Ben Stansall/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2026 - 08:28

Norska sendikvinnan í Jordan, Mona Juul, hevur gjørt av at leggja frá sær, tí hon hevur havt samband við Jeffrey Epstein.

Tað sigur norska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

- Tað er ein røtt og neyðug avgerð. Hon er tikin í samráð við uttanríkisráðið eftir samrøður hesa vikuna. Sambandið hjá Monu Juul við Epstein, sum hevur forbrotið seg kynsliga, vísir vantandi dømievni, sigur Espen Barth Eide, uttanríkisráðharri.

Mona Juul fór til hús í síðstu viku meðan uttanríkisráðið kannaði samband hennara við Epstein. Og nú er greitt, at hon kemur ikki aftur til arbeiðis sum sendikvinna, skrivar norska kringvarpið.

 


Espen Barth Eide. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Kanningin, sum nú verðiur gjørd, verður grundarlag fyri avgerðini um tað skal hava aðrar avleiðingar fyri starvið hjá Monu Juul í uttanríkisráðnum.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur, at hetta málið er ein stórur trupulleiki fyri umdømi Noregs.

Sum skilst stendur í Epstein-skjølunum, at bæði børnini hjá Monu Juul og Terje Rød-Larsen skuldu arva fimm milliónir dollarar í part. Sakførarin hjá Monu Juul sigur, at fyrrverandi sendikvinnan kann ikki verja seg, men at hon fer at halda fram at samstarva við norska uttanríkisráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342