Breddin: Trygdarráðstevnan í München - Evropa má taka størri ábyrgd

Breddin: Trygdarráðstevnan í München - Evropa má taka størri ábyrgd
Eru vit á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
Frá trygdarráðstevnuni í München. Ukrainski forsetin, Zelenskyj, er á røðarapallinum.
 
17.02.2026 - 08:58

Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd.

Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur.

So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur ábyrgdina, tá USA hugsar meira um egin áhugamál?

Eru vit á einum søguligum vegamóti, har ein nýggj heimsskipan er við at taka skap?

Og mitt í øllum hesum stendur Evropa: Hevur Evropa veruliga viljan og førleikan at taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd - og hvat merkir tað fyri sambandið við USA?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650