Færri taka undir við tilflytarapolitikkinum hjá Trump

Færri taka undir við tilflytarapolitikkinum hjá Trump
Stutt eftir, at Trump kom aftur í Hvítu Húsini fyri góðum ári síðani, søgdu 50 prosent seg vera nøgd við tilflytarapolitikkin
Færri taka undir við tilflytarapolitikkinum hjá Trump nú, enn tá hann kom aftur í Hvítu Húsini fyri góðum ári síðani.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.02.2026 - 09:19

Bert 38 prosent av amerikanarum eru nøgdir við tilflytarapolitikkin hjá Donaldi Trump.

Og líka nógv eru sum heild nøgd við arbeiðið, hann ger sum forseti.

Seinasta kanningin hjá Reuters/Ipsos vísir lítla afturgongd í undirtøkuni fyri tilflytarapolitikkinum síðani januar. Tá vóru 39 prosent nøgd við hetta politiska økið.

Stutt eftir, at Trump kom aftur í Hvítu Húsini fyri góðum ári síðani, søgdu 50 prosent seg vera nøgd við tilflytarapolitikkin.

 

Burturvísa fólk

Eitt av lyftunum hjá Trump í valstríðnum var at seta í verk størsta átakið í áratíggju at burturvísa fólk, sum ikki hava lógligan bústað. 

Hann setti eisini gongd á hetta arbeiðið stutt eftir, at hann kom aftur til valdið, og í dag eru vápnaðir agentar hjá amerikanska tilflytara- og tollmyndugleikanum vanlig sjón nógva staðni í USA.

Eisini hava samanbrestir verið millum ICE-agentar hjá tilflytaramyndugleikanum og mótmælisfólk, og ICE-agentar hava skotið tveir amerikanskar ríkisborgarar til deyðis, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066