Ukraina framt álop inni í Russlandi

Ukraina framt álop inni í Russlandi
Í Ukraina skal í nátt hava framt álop á eina týdningarmikla rakett-verksmiðju - góðar 1.400 km. inni í Russlandi
Udmurtia-landsparturin í Russlandi (bláa teknið)
 
21.02.2026 - 10:23

Ukrainska blaðið Kyiv Independent skrivar, at talan er um verksmiðjuna Votkinsk, sum er ein av týdningarmiklastu verksmiðjunu í Russlandi.

- Dronuálopið var á eina verksmiðja í Udmurtia-landspartinum. Tað hevur elvt til skaðar og fólkaskaðar, skrivar Aleksandr Brtsjalov, guvernørur, á Telegram.

Verksmiðjan framleiðir bæði stuttrøkkandi ballistiskar rakettir av slagnum Iskander-M, sum ofta verða brúktar í álopum á Ukraina, og langtrøkkandi ballistiskar rakettir, sum kunnu vera útgjørdar við kjarnorkustríðhøvdum og kunnu røkka USA, skrivar Kyiv Independent. Verksmiðjan framleiðir møguliga eisini nýggju hypersonisku Oreshnik-rakettina, skrivar blaðið.

Ukraina hevur ikki váttað upplýsingarnar um álopið, men Andriy Kovalenko, sum stendur á odda fyri ukrainska miðstøðini at berja niður falstíðindi og situr í trygdarráðnum í Ukraina, rør framundir, at eitt álop hevur verið.

- Søgur siga, at Votkinsk-verksmiðjan er í sorg, skrivar hann í boðum á Telegram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514