Alzheimersfelagið: Neyðugt at broyta tvingsilslógina

Alzheimersfelagið: Neyðugt at broyta tvingsilslógina
Forkvinnan í Alzheimersfelagnum mælir til, at mann vendir pørtum av lógini á, so mann kann brúka ávísa útgerð til fólk, sum tey ikki beinleiðis nokta. Nú skal mann hava loyvi
Naina Túgvustein er forkvinna í Alzheimersfelagnum, og hon mælir til at lógin um tvingsil verður broytt, so tað verður lættari at brúka tøknilig hjálpitól
 
22.02.2026 - 14:00

Tað var í 2020, at Løgtingið samtykti lógina um tvingsil. Endamálið við lógini er at gera tað truplari at brúka tvingsil og á tann hátt verja fólk, sum kunnu koma í ta støðu, at tey vera útsett fyri tvingsli á ein ella annan hátt.

Men sjálvt um Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimersfelagnum, er fegin um, at har er komin ein lóg á økinum, so eru hon og hini í Alzheimersfelagnum sannførd um, at tað hevði verið rætt at broytt lógina. Tí, sum lógin er orðað nú, setur hon forðingar fyri, at tað ber til at brúka til dømis peiliskipanir og ávaringarskipanir, gps-arar, rørsluvarnarar og fallvarnarar til fólk við Alzheimers. 

- Skipanin, sum hon er í dag er øgiliga umstendilig og tung at umsita, sigur forkvinnan í Alzheimersfelagnum.

Í Degi og Viku fríggjakvøldið kom fram, at føroyska fyritøkan Nemlia hevur ment tøkni, sum skal gera tað eitt sindur lættari at arbeiða í ellisrøktini, tó so at hon skal gera so lítið inntriv í lívið hjá brúkarunum sum gjørligt.

Og tað hetta innslagið - og samrøðan við Kára Davidsen, advokat, aftaná - sum hevur fingið forkvinnuna í Alzheimersfelagnum, at gera vart við støðuna.

- Fyri fólk við Alzheimers er tað ein avmarkning, at tey ikki kunnu brúka hesar skipanirnar, tí tað bindir tey meira inni enn neyðugt. Tí halda vit at tað hevði verið ein fyrimunur at rætta uppá hesi viðurskifti, sigur Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimersfelagnum.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Nainu Túgvustein um evnið.

1796672

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493