Iran: Góðir møguleikar fyri diplomatiskari loysn við USA

Iran: Góðir møguleikar fyri diplomatiskari loysn við USA
Ætlanin er, at iranski uttanríkisráðharrin og serligi sendimaðurin hjá Donald Trump, forseta, Steve Witkoff, skulu hittast í Geneve hósdagin
Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri.
 
23.02.2026 - 08:17

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, heldur, at góðir møguleikar eru fyri at fáa diplomatiska loysn við USA í kjarnorkuspurninginum.

Ætlanin er, at iranski uttanríkisráðharrin og serligi sendimaðurin hjá Donald Trump, forseta, Steve Witkoff, skulu hittast í Geneve hósdagin.

Tað segði Araghchi í samrøðu við CBS News í gjár.

USA krevur, at Iran tekur undir við nýggjari kjarnorkuavtalu, og Trump hevur hótt við at brúka hermegi, um landið ikki tekur undir við hesum.

Sambært óváttaðum fráboðanum krevur USA, at Iran sleppur allari sínari kjarnorkuætlan.

Leiðslan í Teheran heldur fast um, at hon hevur allan rætt til at hava sivila kjarnorkuætlan og vissar um, at landið ongar ætlanir hevur um at menna kjarnorkuvápn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040