Bilførarar fáa ávaring um ferðina

Bilførarar fáa ávaring um ferðina
Tveir ferðgáar eru keyptir og teir vera settir upp sum skjótast báðumegin brúnna um Streymin
 
25.02.2026 - 07:12

Tveir ferðgáar eru keyptir.

Teir vera settir upp sum skjótast báðumegin brúnna um Streymin.

Miðað verður eftir, at teir fara at virka í mars.

Ferðgáarnir skulu fáa bilførarar at minka ferðina.

Løgtingið hevur játtað 300.000 kr. til teir.

 

Arbeiða víðari

Men annars verður arbeitt við ymiskum loysnum at loysa ferðslutrupulleikarnar við vegamótið við brúnna um Streymin og íbindingarnar við Norðskála og á Oyrarbakka.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Honnu Jensen, løgtingkvinnu.

Fyri fýra árum síðani var hámarksferðin á leiðini sett niður í 60 km/t.

Men ikki allir bilførarar varnast tað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541