Vinnuhúsið: Uttan útlendingar hevði búskapurin verið tvær mia. minni

Vinnuhúsið: Uttan útlendingar hevði búskapurin verið tvær mia. minni
2.400 fólk høvdu vantað á arbeiðsmarknaðinum, og úrslitið hjá almenna kassunum hevði versnað 400 milliónir um árið
Vinnuhúsið heldur, at kjakið um útlendsk arbeiðsfólk er vorðið óneyðuga hvast.
 
25.02.2026 - 10:16

Vinnuhúsið heldur, at kjakið um útlendsk arbeiðsfólk er vorðið óneyðuga hvast.

Uttan útlendska arbeiðsmegi vantaðu 2.400 fólk á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Virki og almennir stovnar høvdu noyðst at minka virksemið ella givist heilt, skrivar Vinnuhúsið.

Tað skrivar eisini, at búskapurin hevði verið tvær milliardir krónur minni.

Úrslitið hjá almennu kassunum hevði versnað 400 mió. kr. um árið.

 

Útlendingalógin skal hava góðar og greiðar møguleikar

Vinnuhúsið heldur, at tað er avgerandi fyri vælferðina og savningarmegina, at útlendingalógin gevur góðar og greiðar møguleikar at manna størvini í Føroyum. 

Hetta samsvarar eisini við politisku málini í samgonguskjølum seinastu árini.

Á summum økjum er brúk fyri at gera lógina meira smidliga. Á øðrum økjum skal hon gerast strangari, heldur Vinnuhúsið.

Tað nevnir krav um revsiváttan og kravda arbeiðstímatalið hjá útlendingum.

Nú er ósakligur munur á fólki úr ES og fólki úr triðjalondum.

Vinnuhúsið nevnir eisini krøvi um familjusamanføring, varandi uppihaldsloyvi og møguleikan fyri at taka annnað arbeiði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751