Bachelet aftur forseti í Kili

Bachelet aftur forseti í Kili
62 ára gamla Michelle Bachelet var forseti frá 2006 til 2010, og nú fer hon aftur í forsetasessin
 
16.12.2013 - 10:11

Sosialisturin, Michelle Bachelet, hevur eftir øllum at døma vunnið forsetavalið í Kili. Hon hevði fingið 63 prosent av atkvøðunum, tá ein triðingur av atkvøðunum var taldur.

Mótstøðuvalevnið, konservativa Evelyn Matthei, fekk 37 prosent av atkvøðunum.

62 ára gamla Bechelet var fyrsti kvinnuligi forsetin í Kili, og sat sum forseti frá 2006 til 2010. Hon fekk 47 prosent av atkvøðunum í fyrra valumfarinum, men tað var ikki nóg mikið til at sleppa undan einum valumfari afturat.

Evelyn Matthei var ráðharri í stjórnini hjá konservativa forsetanum, ríkmanninum, Sebastian Pinera.

Vinkonur

Forsetavalið er serligt, tí Michelle Bachelet og Evelyn Matthei vóru vinkonur barnaárini, og endaðu á hvør sínum vongi í kilenskum politikki.

Matthei er dóttir fyrrverandi herovastan, Fernando Matthei, sum var vinmaður herovastan, Alberto Bachelet, pápa Michelle Bachelet. Vinarlagið helt fram, til herovastin, Augusto Pinochet, tók valdið í Kili í 1973.

Kvettið gjørdi, at vinarlagið ímillum herovastarnar reyk. Fernando Matthei gjørdist ein týðandi herleiðari undir Pinochet, meðan Alberto Bachelet stuðlaði frákoyrda Salvador Allende. Hann varð tikin, píndur, og doyði seks mánaðir eftir kvettið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457