Løgtingsval: 29 mál eru dottin burtur

bannari
Løgtingsval: 29 mál eru dottin burtur
Veðurlagslógin og barnalógin eru millum málini, sum ikki komu fyri tingið í hesum umfari
Nógv mál duttu burtur, tá løgmaður í gjár skrivaði út løgtingsval.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2026 - 16:10

Tá løgmaður avgjørdi at skriva út løgtingsval í gjár, duttu nógv uppskot burtur, sum skuldu viðgerast í tinginum.

Talan er um tilsamans 29 uppskot, og av teimum átti landsstýrið 20. 

Eitt av stórmálunum, sum eru dottin burtur, er veðurlagslógin, sum var til 1. viðgerð 9. desember. Henda lógin skuldi seta seta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar. 

Onnur lógaruppskot, sum eru dottin burtur, eru m.a. barnaverndarlógin, har ætlanin var at hækka samsýning til fosturforeldur, eitt ríkislógartilmæli um at broyta útlendingalógina, eftirlønarlógin um at byrja útgjald av eftirlønarsamansparing, áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin, til fólk, sum fáa framskundaða ella pensjón ella fyritíðarpensjón.

Okkurt var á gáttini at verða lagt fram, men náddi ikki so langt.

 

Barnalógin kom ikki í tingið

Vit hava spurt okkum fyri hjá lógartænastuni í landsstýrinum, hvørji uppskot vóru á veg niðan í tingið, nú seinastu framløgudagur nærkaðist. Men lógartænastan vil ikki gevur okkum innlit í hetta, tí talan er um lógarfyrireikandi arbeiði, verður sagt.

Men hyggja vit í listan av málum, sum eru til hoyringar, og freistin er farin, so eru nøkur stórrmál.

Eitt er barnalógin, sum er eitt mál, ið fylti serliga nógv hjá Javnaðarflokkinum og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni.

Hoyringarfreistin fór 4. februar, men málið kemur so ikki í tingið í hesum umfari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985