Føroysk fakfeløg kunnu umboða útlendingar í FAS

Føroysk fakfeløg kunnu umboða útlendingar í FAS
Vinnumálaráðið ætlar at broyta lógina um FAS, so 20 ára gamla forboðið verður tikið av
 
16.12.2013 - 10:46

Meira enn 20 ára gamla forboðið fyri, at føroysk fakfeløg kunnu umboða útlendingar, sum eru við skipum í FAS, verður nú strikað.

Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot um at broyta lógina um Føroyska altjóða skipaskránna til hoyringar. Sambært lógini frá 1992 kunnu føroysku manningarfeløgini bara gera sáttmálar fyri fólk, sum búgva í Føroyum, ikki fyri útlendingar, sum sigla við FAS-skipum.

Hendan ásetingin tænti sínum endamáli tá. Ætlanin við henni var, sigur Vinnumálaráðið, at tryggja reiðaríunum í FAS bíliga útlendska arbeiðsmegi. Stúrt varð fyri, at føroysku feløgini fóru at trýsta seg til sonevndar "eksklusivsáttmálar", so bara føroyingar fóru at manna skipini í FAS.

Hetta kundi havt við sær, at handilsskip við heimstaði í Føroyum fóru at flagga um til fremmant flagg.Men nú hevur altjóða felagið hjá flutningsarbeiðarum, ITF, gjørt vart við seg. Felagið sigur, at føroyska lógin forðar føroysku manningarfeløgunum í at verja rættindini hjá útlendsku sjófólkunum í FAS.

Hentleikaflagg

ITF hevur sett føroyska flaggið á listan við hentleikafløggum. Skal ITF taka føroyska flaggið av aftur hesum lista, er ein av treytunum, at tað verður gjørligt hjá føroyskum fakfeløgum at vera við, tá sáttmálar verða gjørdir við útlendsk fakfeløg.

Tað er eitt afturstig, um støðan hjá ITF ger, at reiðarí í FAS flagga út, sigur Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið sigur harafturat, at tað er sera óheppið, um fleiri reiðarí ikki koma upp í FAS.

ITF ákærir í veruleikanum FAS-lógina fyri at forða fyri skipaðum viðurskiftum á føroyskum skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610