Skills Føroyar skal menna yrkisfakligar førleikar

Skills Føroyar skal menna yrkisfakligar førleikar
Endamálið er eisini at eggja fleiri ungum at velja yrkisútbúgving
Høvuðsendamálið hjá Skills Føroyum er at skipa fyri FM-kappingum fyri lærlingar og ung fakfólk í handverksgreinunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2026 - 14:25

Skills Føroyar eitur felagsskapurin, sum Føroya handverksmeistarafelag, Føroya handverkarafelag og Landsfelag handverkaranna hava stovnað. 

Endamálið við felagsskapinum er at skapa ein sterkan pall, fyri at menna yrkisfakligar førleikar.

Høvuðsendamálið hjá Skills Føroyum er at skipa fyri FM-kappingum fyri lærlingar og ung fakfólk í handverksgreinunum.

Umframt FM-kappingar er eitt langtíðarmál at knýta føroyskar lærlingar at altjóða kappingarumhvørvinum, har bestu ungu handverkarar í heiminum kappast og læra hvør av øðrum, siga stovnararnir.

Eisini er endamálið at eggja fleiri ungum at velja yrkisútbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650