Talgildur aðalfundur

Talgildur aðalfundur
Tað er uppskot frá nevndini til aðalfundin hjá Føroya banka 26. mars
Aðalfund valdagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 06:58


Aðalfundirnir hjá Føroya banka skulu kunna vera talgildir.

Tað er uppskot frá nevndini til aðalfundin hjá bankanum 26. mars, sjálvan valdagin.

Nevndin hevur uppskot um, at vinningsbýtið verður 202 mió. kr.

Tað svarar til 21 krónur og fýra oyru fyri hvørt partabræv á nominelt, áljóðandi, 20 kr. 

Nevndin mælir til at velja Birgir Durhuus, Annfinn Vitalis Hansen og Árna T. Rasmussen aftur í nevndina.


Størri samsýning

Hon mælir til at hækka nevndarsamsýningina, so formaðurin fær 630.000 kr. í ár.

Hann fekk 540.000 kr. í fjør.

Næstformaðurin eigur at fáa 420.000 kr., hann fekk 360.000 kr.

Og hini í nevndini eiga at fáa 210.000 kr., heldur nevndin.

Tey fingu 180.000 kr. í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229