Einki røkist fyri at kanningin um Strandferðsluna verður liðug

Einki røkist fyri at kanningin um Strandferðsluna verður liðug
Málið hevði skund, í kjalarvørrinum av fráboðanini um hekkuportrið á Galaxy, sum var opið undir sigling, men framvegis er einki kanningarúrslit komið
Kanningin var sett í verk, í sambandi við fráboðanina um hekkuportið á Galaxy, sum stóð opið.
 
09.03.2026 - 16:20

Einki røkist fyri, at frágreiðingin um Strandferðsluna verður liðug. 

Frágreiðingin skuldi lýsa fyrisitingarligu viðugerðina av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling.

Jóhan Christiansen, sum tá var landsstýrismaður, segði, at hann fór at seta kanning í verk av málinum.

 


Gunn Ellefsen.

 

Gunn Ellefsen, advokatur, var sett at gera arbeiðið fyri aðalráðið. 

Men so hendi - at síggja til - einkiI. Málið, sum hevði skund, bleiv parkerað hjá einum privatum advokati í býnum.

Desember bleiv til januar, til februar, til mars... Men framvegis er einki kanningarúrslit komið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09032026_SSL-fragreiding

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775