Veljarakanning: Andstøðan vinnur løgtingsvalið

bannari
Veljarakanning: Andstøðan vinnur løgtingsvalið
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu skipa samgongu einsamallir
Á vali í ítróttahøllini á Hálsi í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2026 - 12:00

Andstøðan á løgtingi vinnur løgtingsvalið.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarp Føroya og Portalin/FM1 í gjár, 12. mars.

Andstøðuflokkarnir fáa tilsamans 19 tingsessir, og samgonguflokkarnir fáa 14.

Tveir flokkar, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, kunnu skipa landsstýri einsamallir. Teir fáa tilsamans 17 tinglimir.

 

 

Fólkaflokkurin minni undirtøku

Samanborið við aðrar veljarakanningar seinastu tíðina, minkar undirtøkan hjá Fólkaflokkinum nakað, og Javnaðarflokkurin gongur eitt vet fram. Fólkaflokkurin hevur í seinastu kanningunum fingið 12 og 13 tingsessir. 

Hinvegin varðveita Tjóðveldi og Sambandsflokkurin støðuna.

29 prosent av teimum spurdu siga seg fara at velja Fólkaflokkin, sum fær 10 tingsessir. Tað eru fýra fleiri enn á valinum í 2022.

19,8 prosent fara at setta kross við Sambandsflokkin. Tað er nóg mikið til sjey tingsessir, sum er tað sama sum nú.

 

Javnaðarflokkurin framgongd

Javnaðarflokkurin fær 18,8 prosent og seks tinglimir. Á seinasta vali fekk hann níggju. Í øðrum kanningum hevur Javnaðarflokkurin fingið fýra og fimm tingsessir.

Sjálvstýrisflokkurin fær 2,9 prosent av atkvøðunum, men tað er ikki nóg mikið røkka upp um tinggáttina

Tjóðveldi varðveitir støðuna, og fær seks tingfólk. 17,8 prosent av teimum spurdu siga, at tey fara at velja Tjóðveldi.

Minsti samgonguflokkurin, Framsókn, missir ein sess, og fær tveir. 6,9 prosent av teimum spurdu siga, at tey fara at velja Framsókn.

Hóast Miðflokkurin gongur aftur í prosentum, minus 1,7 prosent, varðveitir hann báðar sínar tingsessir. Miðflokkurin fær 4,8 prosent í kanningini.

700 fólk vóru spurd, og óvissan í kanningini er 2,9 prosent. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521