Danskir hermenn høvdu spreingievni við sær til Grønlands

Danskir hermenn høvdu spreingievni við sær til Grønlands
Flogbreytir í Nuuk og Kangerlussuaq skuldu leggjast í oyði, so amerikonsk hernaðarflogfør ikki kundu seta seg, um Trump gjørdi av at taka Grønland við valdi
Danskir hermenn venja í Grønlandi. Arctic Endurance verður alt hetta árið.
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
19.03.2026 - 10:08

Danskir hermenn høvdu spreingievni við sær til Grønlands í januar, tá grønlandskreppan var í hæddini.

Spreingievnini skuldu brúkast til at oyðileggja flogbreytirnar í Nuuk og Kangerlussuaq, soleiðis at amerikonsk hernaðarflogfør ikki kundu seta seg í Grønlandi, um Donald Trump, forseti, gjørdi álvara av at taka Grønland við valdi.

Við sær til Grønlands høvdu danir eisini blóð frá donskum blóðbankum, soleiðis at tey særdu kundu fáa viðgerð, um bardagi tók seg upp.

Tað skrivar DR, sum seinasta árið hevur tosað við 12 týdningarmiklar keldur í donsku stjórnini, herleiðarar og embætisfólk á høgum stigi, og keldur í frægnatænastum í Danmark, Frankaríki og Týsklandi.

Samanumtikið siga keldurnar, at síðsta árið kann ikki samanberast við onnur ár, og fólk hava ligið í andvekri í nógvar nætur.

 

Hava framvegis týðandi leiklut

Keldurnar hava havt - og hava framvegis - týðandi leiklut í altjóða kreppuni, sum er sprottin burtur úr kravinum hjá USA um at fáa Grønland.

Keldurnar eru dulnevndar, tí tær meta, at støðan við Grønlandi framvegis er spent og viðkvom.

Eingin av keldunum hevur upplýsingar um ítøkiligar amerikanskar álopsætlanir móti Grønlandi.

Kortini stúrdu fleiri av teimum í januar fyru, at USA fór at leypa á Grønland hvørja løtu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751