Flúgvandi Óli gav GOG góða byrjan í endaspælinum

Flúgvandi Óli gav GOG góða byrjan í endaspælinum
Óli Mittún vísti satt stórspæl, tá GOG vann á Skjern í fyrsta dystinum í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini
Mynd: hsnlau/GOG  
 
06.04.2026 - 11:13

Óli Mittún var stórspælandi, tá GOG vann á Skjern í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Føroyska landsliðsstjørnan skeyt átta mál upp á átta royndir og átti næstseinastu hond á øðrum átta málum hjá teimum reyðu og gulu.

Tað sá annars einki serligt út í fyrra hálvleiki, og Skjern var frammanfyri 19-14 í steðginum.

GOG setti meir ferð á spælið í seinna hálvleiki, og tá eitt lítið korter var eftir var javnleikur. Síðstu løtuna var meir eftir í tanganum hjá Óla Mittún og teimum, og GOG vann 35-34.

Fjónliðið, sum fekk eitt stig við sær úr grundspælinum, er nú fremst í bólki 1 í endaspælinum frammanfyri Aalborg, sum tapti sín fyrsta dyst fyri Fredericia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711