Arbeiðið upp á fótbóltshøllina í Sarpugerði byrjar næsta ár

Arbeiðið upp á fótbóltshøllina í Sarpugerði byrjar næsta ár
Játtanin er treytað av, at  onnur fígging til verkætlanina er fingin fyri 1. desember í ár
Fótbóltshøllin í Norðragøtu verður bygd norðan fyri ítróttarhúsið í Sarpugerði.
Mynd: Eysturkommuna, Eysturoyarportalurin  
 
27.04.2026 - 13:14

Eysturkommuna hevur fingið 10 mió. kr. í stuðli frá Fótbóltssambandinum til at byggja fótbóltshøll, har vøllurin verður 70 x 50 metrar til støddar.

Játtanin er treytað av, at  onnur fígging til verkætlanina er fingin í seinasta lagi í desember í ár. Arbeiðið upp á fótbóltshøllina skal verða byrjað næsta ár

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu:

 

27042026_Per_Martin

 


Per Martin Gregersen. 

 

Umframt fótbóltshøllina í Norðragøtu, játtar FSF seks mió. krónur í stuðli til fótbóltshøll á Giljanesi, har vøllurin verður 60 x 40 metrar, og fýra mió. krónur til fótbóltshøll í Trongisvági, har vøllurin verður 50 x 30 metrar. 

Fótbóltshøllin í Trongisvági verður bygd við TB-húsið við Stórá, á Giljanesi skal høllin knýtast upp í ítróttarhøllina við skúlan, og størsta fótbóltshøllin skal byggjast norðan fyri ítróttarhúsið í Sarpugerði í Norðragøtu.

 


Tróndur Arge. 

 

Risastórt framstig

At tríggjar fótbóltshallir nú verða bygdar, er eitt fantastiskt stig fyri føroyskan fótbólt, hóast tær kanska koma 10-15 ár ov seint, sigur Tróndur Arge, fótbóltsviðmerkjari:

 

27042026_Trondur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533