Gæs fyri skotum í fimm ár aftrat

Gæs fyri skotum í fimm ár aftrat
Loyvið at skjóta grágás og nú eisini brandgás skal vara í fimm ár aftrat, ætlar Vinnumálaráðið
Brandgás verður ikki friðað longur.
 
29.04.2026 - 06:33

Loyvið at skjóta grágás og nú eisini brandgás skal vara í fimm ár aftrat, ætlar Vinnumálaráðið.

Loyvið, sum kom í 2021, var galdandi til 1. januar í ár.

Lógaruppskot er nú komið um, at loyvið varar til 1. januar 2031.

Í 2021 bar til at skjóta grágæs, sum eru í veltum lendi og gera skaða har. Tær eru til bága fyri landbúnaðin, sambært lógaruppskotinum.

Í 2022 vóru taldar 1128 grágæs í Føroyum. Tølini fyri ávikavist 2023 og 2024 eru 994 og 1133 grágæs. 

Øll villgásasløg eru annars friðað í Føroyum.

Talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta grágás og  brandgás í veltum lendi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947