Professari: Danin var ikki sjúkur av lívshættisligum hantavirusi

Professari: Danin var ikki sjúkur av lívshættisligum hantavirusi
Maðurin var sjúkur av nógv mildari útgávu av hantavirusi, sum ikki smittar millum fólk
Shahin Gaïni er professari í smittusjúkum.
 
08.05.2026 - 13:05

- Danin, sum varð lagdur inn á sjúkrahús í Føroyum, var ikki sjúkur av lívshættisliga hantavirusinum, sum vit hoyra um í altjóða miðlum, men av einari nógv mildari útgávu av hantavirusi, puumala, ið ikki smittar millum fólk. 

Tað sigur Shahin Gaini, professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya.

Maðurin var longu illa fyri, áðrenn hann fór umborð á Norrønu, og heilsustøðan versnaði á ferðini til Føroya. Hann varð tí innlagdur á Landssjúkrahúsið. 

Nakrar dagar seinni varð hann sendur til nýradeildina á sjúkrahúsi í Odense, har hann býr, soleiðis at hann, um neyðugt, kundi fáa hjálp við dialysu.

- Vit vistu ikki tá, at hann hevði fjakkað og sovið í skjóli á Fjóni, sigur Shahin Gaini.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08052026_Gaini

 

Sí eisini: Sjúkur av hantavirusi umborð á Norrønu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334