Hákun og teir fingu Magdeburg í Champions League-hálvfinalunum

Hákun og teir fingu Magdeburg í Champions League-hálvfinalunum
Füchse Berlin og Hákun West av Teigum skulu spæla ímóti Magdeburg í hálvfinalunum í Champions League, tá Final Four verður í Køln um ein mánað
Tað rakk ikki til CL-gull í fjør, tá Magdeburg vann á Füchse Berlin í finaluni. Hesa ferð bresta týsku liðini saman í hálvfinaluni
Mynd: Füchse Berlin  
 
12.05.2026 - 14:06

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin skulu spæla ímóti Magdeburg í hálvfinalunum í Champions League um ein mánað. 

Týska uppgerðin er ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Hákun West av Teigum skeyt sjey mál, men mátti lúta 32-26 ímóti krútsterka liðnum, sum í løtuni er fremst í Bundesliguni.

Í hinari hálvfinaluni brestir Aalborg saman við Barcelona. 

Hálvfinalurnar og finalurnar verða spældar til stóra Final Four-tiltakið í stórfingnu Lanxess-leikhøllini í Køln 13. og 14. juni.

Áðrenn Hákun West av Teigum kemur so langt, skulu hann og liðfelagarnir á føroyska landsliðnum royna at spæla seg framvið Bosnia Hersegovina og til HM-endaspælið í Týsklandi í 2027.

Røkkstøkk-dystirnir verða á útivølli hósdagin og á heimavølli við Tjarnir leygardagin. Kringvarpið vísir báðar dystirnar.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980