- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli: Vit hava uppiborið HM-plássið
Føroyar hava HM-plássið uppiborið, segði ein fegin Óli Mittún eftir sigurin á Bosnia Hersegovina við Tjarnir.
- Vit hava akkurát spælt okkum til fyrsta HM-endaspælið nakrantíð, so tað er sjálvandi øgiliga stórt. Tað var ein keðiligur fyrri hálvleikur, men vit spæla ein fantastiskan seinna hálvleik, segði ungi bakspælarin.
Og rætt hevði hann. Útiliðið var ikki komið til Føroyar fyri at hyggja at, men spældi fyri kjansinum, og tá steðgurin kom var 17-15 og javnleikur samanlagt. Tað var kortini greitt frá byrjan í seinna hálvleiki, at føroyska verjan hevði funnið røttu tendringina.
- Vit vóru eitt sindur trýstir, men vit vistu at tað skuldi nokk koma, um vit bara hildu fram at spæla okkara spæl, og tað gjørdi tað so, segði Óli Mittún.
GOG-maðurin mátti bera stóran part av álopsbyrðuni uttan skadda systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, og eftir ein harðan dyst á útivølli, vísti hann seg fram fyri heimafjøldini.
- Vit hava havt nøkulunda líka stóran leiklut, tá vit hava spælt saman, serliga til EM. Sjálvandi er tað ein stórur missur, at Elias ikki er við, men tað var kanska fínt at hann ikki var við, so Rói, Pauli, Bjarni og Tróndur kundu vísa seg enn meir fram, segði Óli Mittún
Hann skeyt seks mál upp á átta skotroyndir og legði upp til ikki færri enn sjey onnur í 33-28 sigrinum, sum sendir hondbóltsmenninar til HM fyri fyrstu ferð.






















