Joe & the Shitboys: Vit mugu øll viðurkenna, at vit ikki eru perfekt

Joe & the Shitboys: Vit mugu øll viðurkenna, at vit ikki eru perfekt
Føroysku punkararnir spæla allar sangirnar á DAM EP´ini Beinleiðis úr Studio 5
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.05.2026 - 11:25

Hesa ferð vitjar bólkurin, sum, sambært punk-legenduni, Iggy Pop, er tann besti í heiminum júst nú, Joe & the Shitboys. 

Punk gubbin valdi teir somuleiðis at spæla heilar tríggjar konsertir saman við sær í Bretlandi

Virðisløntu shitpunkararnir eru á altjóða konsertferðum í heilum, og tær garvillu framførslurnar, sum blanda satiriskt skemt í tónleiki við interaktivitet við áskoðarafjøldina, hava fingið mikið rós úr øllum heraðshornum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Shitboysarnir hava spælt eitt ótal av konsertum - bæði í Føroyum men eisini uttanlands. 

Fyri hetta fingu teir útflutningsvirðislønina á seinasta FMA.

Konsertferðirnar ganga soleiðis fyri seg, at teir bóka seg inn á bíligasta gistingarhús í býnum. 

Eftir konsertina verður riggað av og so í bilin at koyra til næsta spælistað.Tann túrurin tekur ofta fleiri tímar, og sjaførurin er altíð Sigmund.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

- Tá vit eru á konsertferð, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur knekkar. Soleiðis er tað altíð, sigur Fríði.

Hann leggur aftrat, at tað er ok. Vit skulu bara læra at liva við tí. 

Vanliga verða tríggir sangir spældir í Studio 5, men sangirnir hjá Shitboysunum eru mangan avgreiddir eftir ein minutt ella tveir, og tí verða heldur fleiri spældir á hesum sinni.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Joe & the Shitboys hava nógvar konsertir í summar. Ein teirra, sum er partur av Summartónum, verður í Gulu Smiðju í Saltangará 12. juni

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Joe & the Shitboys

 

1815243

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039